Føroyingar fáa mest burturúr

Føroyingar fáa mest burturúr
Føroyingar fáa nógv mest burtur úr fiskiskapi, tá virðið á veiðini er býtt millum hvørt fólk í landinum, góðar 63.000 upp á fólkið
Føroyingar fáa nógv mest burtur úr fiskiskapi av londunum í landnyrðingspartinum í Atlantshavinum vísa útrokningar
 
06.09.2016 - 09:26

Føroyingar fáa nógv mest burtur úr fiskiskapi, tá virðið á veiðini er býtt millum hvørt fólk í landinum, sigur íslendska blaðið, Fiskifréttir.

Íslendska fiskivinnublaðið hevur roknað út, hvussu stórt virðið er á fiskinum, sum londini í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum fiska.

Hini londini fáa væl minni burturúr

Niðurstøðan er, at føroyingar og íslendingar fáa mest burturúr, nógv meira enn hini. Tølini eru frá 2015. Sambært teimum er virðið á føroysku fiskiveiðini góðar 63.000 krónur upp á fólkið.

Í Íslandi er virðið slakar 27.000 krónur. Í hinum londunum, sum eru við í útrokningunum hjá íslendska blaðnum, er virðið nógvar ferðir minni upp á fólkið.

Men hetta eru eisini lond við nógv størri fólkatali enn Føroyar og Ísland. Londini eru Danmark, Noreg, Írland og Bretland.

2,1 millión upp á fiskimannin

Íslendska fiskivinnublaðið, Fiskifréttir, kannaði eisini fyri hvussu nógvar krónur, hvør fiskimaður fiskar. Her er Ísland nummar eitt.

Hvør fiskimaður í Íslandi fiskaði fyri góðar 2,1 millión krónur í fjør. Føroyar eru tó beint aftan fyri Ísland.

Virðið á tí, sum føroyskir fiskmenn fiska, er 46.000 krónur minni upp á mannin enn í Íslandi í fjør. Í Føroyum er virðið tvær milliónir og 67.000 krónur upp á mannin í miðal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109