Eingin bjóðaði uppá svartkjaftin

Eingin bjóðaði uppá svartkjaftin
Fyrsta uppboðssølan av svartkjafti mánadagin gav ikki eina krónu í kassan. Eingin vildi keypa rættindini at veiða
 
06.09.2016 - 10:58

Eingin svartkjaftur varð seldur á uppboði mánadagin, tá Fiskamarknaður Føroya bjóðaði út rættindi at veiða 5.000 tons av svartkjafti fyri Fiskimálaráðið fyri 30 oyru tonsið, sum minstaprís.

Men eingin keypari var til ásetta minstaprísin. Tríggir keyparar vóru tilmeldaðir uppboðssøluna.

Uppboðssøla av hesum 5.000 tonsunum av svartkjafti verður tikin uppaftur á Fiskamarknaði Føroya nú klokkan 11. Tey 5.000 tonsini verða seld í 15 pørtum, ein partur er 240 tons, og hinir 14 eru á 340 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109