- Tíðindi, mentan og ítróttur
Selja nú fyrsta svartkjaftin

Tað merkir, at tey, sum vilja keypa svartkjaftakvotu, kappbjóða um prísin. Svartkjafturin verður seldur í 15 umførum, 14 linjur við 340 tonsum og ein linja við 240 tonsum.
Uppboðssølan á Fiskamarknaðinum byrjar klokkan trý seinnapartin. Landsstýrið hevur gjørt av at selja 20.000 tons av svartkjafti á uppboðssølu í summar.
SÍ EISINI Stórur áhugi fyri uppboðssøluni í Føroyum
Fyrstu 5000 tonsini verða sum nevnt seld á opnari uppboðssølu í dag. Mánadagin um eina viku selir Fiskamarknaðurin 5000 tons afturat á opnari uppboðssølu.
Hini 10.000 tonsini verða seld á afturlatnaðari uppboðssølu. Tað merkir, at øll geva tilboð frammanundan. Vørn skipar fyri afturlatnu uppboðssølunum av svartkjafti. Helvtin verður selt hósdagin og hin helvtin hósdagin í næstu viku.
Fyrr í summar hevur landsstýrið selt makrel, norðhavssild og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu. Tær uppboðssølurnar góvu landskassanum góðar 57 milliónir krónur í inntøku.
