- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lovar fraklendingum fólkaatkvøðu um ES-limaskap
Leiðarin í franska høgraflokkinum, Front National, Marine Le Pen, lovar franska fólkinum eina fólkaatkvøðu um franska limaskpin í ES, um hon verður vald til forseta.
Tað segði hon á einum veljarafundi. Meiningakanningar vísa, at Front National fær stóra undirtøku á forsetavalinum næsta ár.
Fer helst at klára seg væl
Politiskir eygleiðarar siga tað ikki vera óhugsandi, at Marine Le Pen fer at klára seg somikið væl, at hon sleppur til seinna umfarið av forsetavalinum.
Franskir politikarar hava í nógv ár skuldsett Front National fyri at verða fíggindaliga sinnaðan ímóti innflytarum, og at vera ímóti muslimum.
Hóast tað, so vísa meiningakanningarnar at flokkurin hevur støðuga framgongd, tí fólk í Fraklandi eru misnøgd við háttin hjá ES í flóttafólkaspurninginum, ið nógv meta sum eina kreppu í Evropa.