- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexit kann ávirka bretska heilsuverkið
57.000 fólk úr øðrum londum virka í bretska heilsuverkinum, og tey fara helst úr landinum, um tey ikki fáa endaligt uppihalds- og arbeiðsloyvi.
Tað vísir ein frágreiðing, sum er gjørd um avleiðingarnar av, at Bretland fer úr ES. Tí verður mælt til, at bretsku myndugleikarnir sum skjótast geva øllum í heilsuverkinum bretskan ríkisborgaraskap.
Tað kostar 11.000 krónur at biðja um ríkisborgararættindi í Bretlandi, og hóast tað, so veksur talið av borgarum úr øðrum ES-londum, ið vilja búseta seg í Bretlandi.
Heilsuverkið brúkt sum valagn
Mælt verður til, at gjaldið verður strikað fyri tey, sum starvast í heilsuverkinum. Júst heilsuverkið varð nógv nýtt uppundir fólkaatkvøðuna í juni.
Tá søgdu bæði núverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, og fyrrverandi løgmálaráðharrin, Michael Gove, at Bretland kundi spara tríggjar milliardir krónur um vikuna, um bretar valdu at fara úr ES.
Teir pengarnir kundu ístaðin fara til heilsuverkið. Síðani fólkaatkvøðuna er tað orðaskiftið tagnað. Nú verður sagt, at Bretland framvegis fer at hava brúk fyri fólkum úr øðrum ES-londum.