Fleiri melda seg úr fólkakirkjuni

Fleiri melda seg úr fólkakirkjuni
Næstan 26.000 norðmenn vendu norsku kirkjuni bakið í juni, meðan 1300 fólk valdu at gerast limir í kirkjuni
Fleiri norðmenn melda seg úr fólkakirkjuni eftir at ein nýggj skipan er sett í verk, har fólk kunnu gerast limir ella strika seg sum lim á netinum
 
04.09.2016 - 10:51

Hálvan august tók norska kirkjan eina nýggja skipan í verk, har fólk á alnetinum kunnu gerast limir, ella strika seg sum lim. Næstan 25.000 fólk nýttu ta skipanina, tá tey strikaðu seg sum lim í norsku kirkjuni.

Forkvinnan fyri norsku biskupanar, Helga Haugland Byfuglien, heldur ikki, at talan er um at fólk flýggja úr kirkjuni, tí tey, sum nú hava valt at taka seg úr kirkjuni, mugu setast í mun til tey nógvu, sum eru limir í kirkjuni, sigur hon.

SÍ EISINI Føroyingar venda fólkakirkjuni bakið

Formaðurin fyri kirkjuráðslimirnar, Jens-Petter Johnsen, heldur, at talan er um eitt ógvuliga høgt tal, tá tey eru yvir 25.000, sum valdu at venda kirkjuni bakið.

Hann sigur seg kortini vænta, at talið av fólkum, sum fara at venda krikjuni bakið, fer at minka sum frálíður. Í løtuni eru 3,9 milliónir fólk limir í norsku kirkjuni.

Tá eru tey, sum búgva uttanlands, tald við. Higartil í ár hava yvir 34.000 fólk vent norsku kirkjuni bakið, samstundis sum 2.000 fólk hava innlimað seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109