- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-forseti: Onnur lond mugu hjálpa
ES-forseti: Onnur lond mugu hjálpa
Evropa hevur ikki pláss fyri fleiri flóttafólkum og migrantum, og tí mugu onnur lond taka ábyrgd. Tað sigur forsetin í ES, Donald Tusk
04.09.2016 - 19:29
- Evropa megnar ikki at taka ímóti fleiri fólkum, og als ikki teimum, sum ikki hava fyri neyðini at koma til Evropa.
Tað segði ES-forsetin, Donald Tusk, millum annað á G20-toppfundinum, sum er í Kina nú um vikuskiftið, har 20 stórveldi í heiminum hittast.
Donald Tusk, forseti í ES, heitti á G20-toppfundinum á onnur lond í heiminum um at taka á seg sínar skyldur mótvegis nógvu flóttafólkunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV