Sluppu ikki av við fiskin

Sluppu ikki av við fiskin
Enniberg royndi í gjár at selja 125,5 tons av frystum toskaflaki á Fiskamarknaði Føroya. Eingin keypari var til fiskin
 
01.09.2016 - 08:46

Fiskamarknaðurin boðaði frá, at P/f Enniberg hevði biðið hann selt fryst toskaflak í gjár. Hetta er fiskur úr russiska partinum í Barentshavinum, sum reiðaríið keypti á uppboðssølu hjá landinum í juli.

Sambært lógini og kunngerðini um royndaruppboðssøluna skal fiskurin úr Barentshavinum bjóðast út til føroyskar fiskakeyparar. Tað gjørdi P/f Enniberg, men eingin vildi keypa, skrivar Norðlýsið.

Enniberg var liðugur at landa tann 18. august. Fiskurin, sum Fiskamarknaðurin til fánýtis royndi at selja fyri reiðaríið í gjár, er í frystibingum á Eystaru bryggju í Havn. P/f Enniberg kann nú sjálvt selja fiskin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109