Freistin longd tvær vikur

Freistin longd tvær vikur
Freistin, at lata inn tilboð upp á Eysturoyartunnilin, er longd. Samtøkini, ið bjóða upp á arbeiðið, hava biðið um meira tíð
Upprunaliga freistin, at lata inn tilboð upp á Eysturoyartunnilin, var 12. september. Freistin er nú longd við tveimum vikum
 
01.09.2016 - 13:08

Upprunaliga freistin, at lata inn tilboð upp á Eysturoyartunnilin, var 12. september. Freistin er nú útsett til 27. september.

Orsøkin er, at samtøkini, sum bjóða upp á arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin, hava biðið um meira tíð.

SÍ EISINI Arbeiðið skal nú bjóðast út

- Tað er eitt sera umfatandi arbeiði at koma við tilboði upp á so stóra verkætlan, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/f Eystur- og Sandoyartunlar.

Bara tey samtøk, sum P/f Eystur- og Sandoyartunlar hava góðkent, sleppa at lata tilboð. Krøvini eru millum annað, at samtøkini hava royndir við tunnilsbygging.

Fleiri samtøk undangóðkend

Seks samtøk eru undangóðkend, sigur Teitur Samuelsen. Men hann vil ikki siga, hvussu nógv tilboð hann væntar at fáa.

Eysturoyartunnilin er mettur at kosta eina milliard krónur. Ikki fyrr enn tilboðini eru komin síðst í september er greitt, hvør veruligi kostnaðurin fyri undirsjóvartunnilin er.

Longda freistin fer ikki at ávirka tíðarætlanina. Fyrsta skotið verður væntandi latið av í ár, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109