- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður Lív latið fakfeløgunum
Tað verður gjørt á almennari samkomu í hølunum hjá Lív í Havn seinnapartin hósdagin. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, letur nýggju eigarunum felagið, sum landið eigur.
Seinni, ella í seinasta lagi um tíggju ár, keypir P/f Fakfelag, sum 17 fakfeløg eiga, 17 prosent av Lív Holding fyri 12 milliónir krónur.
SÍ EISINI Fakfeløgini sleppa nú at keypa lív
Lív keypir tí helvtina av Lív fyri 35 milliónir krónur. Tær 23 milliónirnar, sum landið nú fær fyri 33 prosent av Lív Holding, ætlar landsstýrið at seta í Búskapargrunnin.
Men tað hevur Løgtingið tó ikki samtykt enn. Stóru andstøðuflokkarnir halda, at pengarnir fyri Lív heldur skulu brúkast til at gjalda skuldina hjá landskassanum niður.
Keypið nústani góðkent
Smápartafelagið Fakfelag, sum nú er vorðið fakfelag, varð stovnað í oktober 2012. Men longu fyrst í mai í 2012 góvu fakfeløgini landsstýrinum eitt boð upp á helvtina av Lív.
Hálvan desember í 2012 undirskrivaði Fakfelag keypssáttmála við Vinnumálaráðið. Men ikki fyrr enn í juni í ár góðkendu Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið keypið.
Ognarfelagið Lív, sum hósdagin fær helvtina av Lív Holding fyri einki, er felagið hjá øllum teimum, sum hava tryggingar í Lív.