Nógv vinnubrøv enn í vanda

Nógv vinnubrøv enn í vanda
Útivið 800 føroysk sjófólk hava framvegis ikki endurnýggjað sjóvinnubrævið hóast fleiri áheitanir frá Sjóvinnustýrinum
775 sjófólk hava ikki søkt um at fáa endurnýggjað sjóvinnubrævið enn. Freistin er hósdagin 1. september
 
29.08.2016 - 15:22

Ætla sjófólk sær at mynstra eftir 1. januar næsta ár, eiga tey at gera skjótt av og søkja um at fáa sjóvinnubrævið endurnýggjað, sigur Sjóvinnustýrið.

Uttan endurnýggjað sjóvinnubræv ber ikki til at mynstra eftir 31. desember í ár. 775 sjófólk hava ikki søkt um at fáa endurnýggjað sjóvinnubrævið. Freistin at søkja um endurnýgging er til 1. september.

Sjóvinnustýrið hevur í miðlunum heitt á sjófólk um at senda umsókn fyri 1. september fyri at tryggja, at sjóvinnubrøv kunnu verða dagførd sambært nýggju reglunum fyri 1. januar næsta ár.

So nógvar umsóknir liggja í løtuni niðurfyri, at viðgerðartíðin er tíggju vikur. Nýggju krøvini, sum koma í gildi 1. januar, eru galdandi fyri navigatørar við handilsskipum og øll maskinfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109