Nógvir húsagangir í Noregi

Nógvir húsagangir í Noregi
Minkandi oljuvirksemið í Noreg hevur við sær, at fleiri fyritøkur í landinum fara á húsagang. Flestu fyritøkurnar hava við oljuvinnuna at gera
Fleiri fyritøkur í Noregi, ið hava eitt ella annað at gera við oljuvinnuna, fara á húsagang. Talið í øðrum ársfjórðingi er tað størsta í nógv ár
 
29.08.2016 - 17:47

Innkrevjingarfelagið, Lindorff, hevur kunngjørt, at stórur vøkstur var í fyritøkum sum vórðu kravdar á tvang í øðrum fjórðingsári. Talan var um fleiri enn 1400 fyritøkur, og so nógvar fyritøkur eru ikki kravdar á tvang síðani felagið byrjaði at telja tvingsilssølurnar í 2006.

Tað eru serliga fyritøkur sum hava eitt ella annað við oljuvirksemi at gera, sum fara á húsagang. Lindorff upplýsir, at vanliga fara ikki so nógvar fyritøkur á tvang í øðrum fjórðingsári, men í ár er støðan øðrvísi.

Í Buskerud og í Hordaland eru ein triðingur fleiri fyritøkur lýstar á tvang, enn somu tíð í fjør, so støðan versnar, sigur innkrevjingarfelagið. Flestu fyritøkurnar, ið fara á húsagang, hava við oljuvinnuna at gera, verður upplýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109