Gáta um spreinging í Brússel

Gáta um spreinging í Brússel
Eingin fekk skaða, tá ein spreinging var í belgiska høvuðsstaðnum í nátt. Óvissa valdar spreingingina
Enn er óvist, hví ein spreinging var í einum bygningi í Belgia í nátt. Talan er ikki um yvirgang, siga sigur ein belgiskur fjølmiðil
Mynd: AP  
 
29.08.2016 - 09:38

Ein spreinging var í nátt við kriminologiska stovnin í belgiska høvuðsstaðnum, Brússel. Eingin fekk skaða í spreingingini, skrivar RTL-sjónvarpsstøðin.

Í løtuni er ikki greitt, hví spreingingin var í nátt ella hvør hevur ábyrgdina fyri henni. Talan var í øllum førum ikki um yvirgang sambært deredactie.be

Greinin heldur fram niðanfyri

DNA-goymsla er í kriminilogiska instituttinum, har spreingingin var. Prógv, sum løgreglan brúkar í rættarmálum, verða millum annað goymd í bygninginum.

Tvey fólk eru handtikin eftir spreingingina í nátt, skriva fjølmiðlar. Men tey tíðindini vil almenni ákærin í Brússel hvørki vátta ella avsanna.

Tilbúgvingin í Belgia er framvegis á høgum stigi eftir yvirgangsatsóknina í eini floghavn í Brússel og undirgrundini fyri skjótt hálvum ári síðan. 32 fólk lótu lív í atsóknini í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109