Heiti búskapurin fløvar bankan

Heiti búskapurin fløvar bankan
Suðuroyar sparikassi merkir nú eisini ágóðan av, at tað gongur við rúkandi ferð í føroyska samfelagnum í løtuni
Búskaparligu tíðirnar merkjast hjá Suðuroyar sparikassa, ið letur væl at fyrra hálvárinum. Gjaldførið hjá bankanum vaks úr 14,4 prosentum upp í 14,6 prosent fyrra hálvár
 
26.08.2016 - 14:23

Avlopið hjá Suðuroyar sparikassa fyrra hálvár í ár var eina millión krónur áðrenn skatt. Tað skrivar Suðuroyar sparikassi á heimasíðuni.

Fyrstu seks mánaðirnar var vøkstur í bæði innlánum og útlánum hjá Suðuroyar sparikassa. Vøksturin var ávikavist 5,5 prosent og 6,2 prosent.

Taka síni fyrivarni

- Tað byrjar meira og meira at líkjast teimum stuttligu tíðunum í 2005-2008, tá alt gekk gott og skjótt, sigur Søren Bruhn, stjóri í bankanum.

Hóast vøksturin í útlánum hjá bankanum var 6,2 prosent fyrra hálvár, so tekur Suðuroyar sparikassi síni fyrivarni, nú tíðirnar eru góðar.

Bankin er byrjaður at vera meira varin við útlánum, sigur Suðuroyar sparikassi. Úrslitið í 2016 verður 1,2 milliónir krónur áðrenn skatt, væntar bankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344