Toskurin blivin ov stórur

Toskurin blivin ov stórur
Ov stórur toskur er vorðin ein trupulleiki hjá íslendsku fiskivinnuni. Í Íslandi verður ansað væl eftir fiskastovnunum
Toskurin, sum verður avreiddur í Íslandi, vigar nógv meira nú enn fyri nøkrum árum síðani. Men virkini fáa ikki tað sama burtur úr stórum toski sum úr millumfiski
 
22.08.2016 - 08:42

Men tað er ikki bara gott hjá teimum, sum fiska og selja fisk. Úrslitið av stovnsrøktini er, at toskurin sleppur at vaksa so nógv, at hann kann ikki brúkast.

Toskurin er ov stórur til at selja, sigur Sigurður Viggósson, stjóri í Odda á Patreksfirði, við Fiskifrettir. Oddi hevur bæði skip og flakavirki. Nógvur stórur toskur er at fáa nú.

Vektin farin nógv upp

Toskurin, sum verður avreiddur í Íslandi, vigar nógv meira nú enn fyri nøkrum árum síðani. Men virkini fáa ikki tað sama burtur úr stórum toski sum úr millumfiski.

Fyrr fór stórur toskur til saltfisk. Men lítið fæst fyri saltfiskin í Suðurevropa. Stóri toskurin er tí vorðin ein trupulleiki, sigur Sigurður Viggósson.

Hann heldur ikki, at stovnsrøktin ger, at sum mest fæst burtur úr toskinum. Tað er lítið skilagott at lata størsta og elsta toskin doyggja av elli, tí eingin fiskar hann, sigur Sigurður Viggósson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109