Mest byggir tvær tvíkiljur fyri Bakkafrost

Mest byggir tvær tvíkiljur fyri Bakkafrost
Arbeiðið byrjaði í gjár. Báðar tvíkiljurnar verða lidnar tíðliga næsta ár
Bakkafrost skal hava tvær tvíkiljur at arbeiða við aliringarnar
 
17.08.2016 - 11:03

Í gjár skar skipasmiðjan Mest í Havn fyrstu stálpláturnar til tvær tvíkiljur, sum Bakkafrost hevur biðið um.

Sáttmálin um tvíkiljurnar, sum vera 15 metrar langar og átta breiðar, varð undirskrivaður í mai.  

Tvíkiljurnar fáa 450 hesta motor, og kranin kann lyfta 65 tons/meturin.

Báðar lidnar næsta ár 

Fyrra tvíkiljan skal latast Bakkafrosti síðst í januar 2017 og tann seinna ein mánað seinni. 

Oddvald Olsen, deildarleiðari fyri alingina hjá Bakkafrosti, sigur, at onnur tvíkiljan skal brúkast í norðurøkinum hjá Bakkafrosti og hin í vesturøkinum.

Mest leggur dent á, at alt arbeiðið verður gjørt í Føroyum, eisini skrokkurin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109