Føroyskir trolbátar vilja úr fiskivinnuni

Føroyskir trolbátar vilja úr fiskivinnuni
Landið hevur fingið eitt kontant tilboð um at keypa allar trolbátarnar í bólki 4T heilt burtur úr fiskivinnuni fyri 50 milliónir krónur
Fiskivinnan rúmar einans búskaparfrøðingum eftirhondini, heldur Felagið trolbátar.
Mynd: Savnsmynd  
 
17.08.2016 - 12:07

Í eini yvirlýsing sigur Felagið trolbátar, at "Bólkur 4T, trolbátar, ynskja at sleppa úr fiskivinnuni", tí tey ikki meta, at fiskivinnan longur er ein vinna fyri fiskimannin, men ein vinna fyri búskaparfrøðingar.

Hesar 50 milliónirnar, sum Trolbátar bjóða landinum at keypa fiskirættindindi fyri, sigur felagið, er samlaða skuldin hjá trolbátunum. Bátarnir eru Birtingur, Búgvin, Dragasund, Fiskaklettur, Hansa Maria, Jens Leon, Olga Maria og Skálafossur.

Í skrivinum stendur eisini: "Vit hava víst á, at bólkurin sjálvur hevur staðið fyri einari skynsamari samanlegging av loyvum og døgum, og hevur hendan ætlan ført til, at bert seks fullriknir bátar eru eftir, og tríggir liggja. Til sammetingar kann sigast, at fyri 10 árum síðani vóru 17 fullriknir bátar. Hóast hesar samanleggingar heldur landstýrið fram við ógrundaðum skerjingum og avmarkingum".

Felagið sigur, at tinglimir eru vælkomnir at seta seg í samband við Felagið trolbátar um spurningar og útgreiningar av uppskotinum um at keypa bátarnar út úr fiskivinnuni fyri 50 milliónir krónur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109