Føroyar fáa tvey váðaráð

Føroyar fáa tvey váðaráð
Bill Justinussen hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fyrispurning um váðaráðið, sum ætlanin er at stovna
 
11.08.2016 - 12:50

Um føroyska váðaráðið, sum ætlanin er at stovna, mælir til at herða krøvini til peningastovnarnar í Føroyum um kapital, hvør myndugleiki skal so seta bankum og sparikassum hesi krøv? 

Fíggjarøkið er ikki yvirtikið. Føroyskir peningastovnar eru tí ikki undir føroyskum myndugleika. 

Bill Justinussen í Miðflokkinum vil nú hava meira at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um Føroya váðaráð.  

Hann hevur tí sett henni átta spurningar. 

Millum annað spyr hann, um ætlanin er at yvirtaka málsøkið.   

Eftirlitið í Danmark

Bill Justinussen minnir á, at eftirlitið við peningastovnunum í Føroyum er í Danmark.

Og fyrst í desember í 2014 samtykti eitt samt løgting, teirra millum Kristina Háfoss, at danska váðaráðið harumframt eisini virkar í Føroyum.

Og landsstýrismaðurin í vinnumálum heitti á danskar myndugleikar um at lata danska váðaráðið ansa eftir tryggingarfeløgunum í Føroyum eisini, hóast trygging er yvirtikið málsøki.  

Tvey váðaráð

Viðkomandi er at spyrja, sigur Bill Justinussenm, um lítla landið Føroyar skal hava tvey váðaráð, eitt føroyskt og eitt danskt, samstundis sum nógv lond í Evropa ikki enn hava stovnað egið fíggjarligt váðaráð. 

Tað hevur eisini týdning at fáa greiðu á, um føroyskir myndugleikar kunnu áleggja føroyskum peningastovnum størri kapitalkrøv, sigur Bill Justinussen.

Kristina Háfoss hevur tíggju dagar at svara spurningunum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109