Lata fyrsta skotið av í hesum árinum

Lata fyrsta skotið av í hesum árinum
Eysturoyar- og Sandoyartunnilin verða ein verkætlan, og er ætlanin at at fáa fígging til báðar tunlarnar í senn
 
01.08.2016 - 07:20

Fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður væntandi latið av í hesum árinum.

At byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin verður ein verkætlan, og ætlanin er at fáa samlaða fígging til báðar tunlarnar. 

Fíggingarspurningurin verður avgreiddur, tá partafelagið Eysturoyar- og Sandoyartunlar hevur fingið tilboðini frá arbeiðstakarunum at gera tunlarnar, væntandi í september, upplýsir Samferðslumálaráðið í fylgiskjølum til løgmansrøðuna.

Arbeiðið at gera inntøk til Eysturoyartunnilin byrjaði norðan fyri Hvítanes og við Sjógv á Strondum í mars, og hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í august.

Arbeiðið at gera verkætlan um nýggjan hvalbiartunnil er boðið út, og tað skal verða liðugt í vár. Samferðslumálaráðið sigur, at miðað verður eftir at gera tunnilin í hesum valskeiðnum.

Nú lánini, sum P.f. Vágatunnilin tók til at gera fasta sambandið um Vestmannasunnasund, eru afturgoldin, er grundarlag fyri at endurskoða príspolitikkin hjá felagnum, sigur Samferðslumálaráðið, og arbeitt verður við einari samhaldsfastari samferðsluloysn um alt landið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109