Útflutningurin størri enn innflutningurin

Útflutningurin størri enn innflutningurin
Føroyar útflyta framvegis meira enn innflutt verður fyri. Til 1. juni var munurin umleið eina hálva milliard krónur
 
18.07.2016 - 08:00

Føroyski útflutningurin heldur fram at vera størri enn innflutningurin. Til 1. juni var útflutningurin næstan hálva milliard størri enn innflutningurin sambært tølum, sum Hagstovan kunnger.

Útflutningurin er eisini næstan hálva milliard krónur størri í ár enn hann var til 1. juni í fjør, hóast minni uppsjóvarfiskur er útfluttur í ár. Alilaksurin stendur enn sum fyrr fyri størsta krónutalinum í útflutninginum.

Lági oljuprísurin sæst í hagtølunum

Til 1. juni varð alilaksur útfluttur fyri góðar 1,4 milliardir krónur, sum eru 438 milliónir, 45 prosent, meira enn í fjør. Føroyski innflutningurin er slakar 400 milliónir størri í ár enn í fjør.

Men her gera skip og flogfør stóran mun, 209 milliónir krónur í ár og 18 milliónir í fjør. Og lági oljuprísurin ger framvegis stóran mun í innflutningstølunum.

Til 1. juni í ár keyptu føroyingar brennievni uttanlands fyri 242 milliónir krónur, sum eru 155 milliónir krónur, 39 prosent, minni enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109