Funnið olju í Norðsjónum

Funnið olju í Norðsjónum
Faroe Petroleum hevur funnið olju og gass í norska partinum av Norðsjónum. Fundurin er mettur at vera millum 43 og 80 milliónir tunnur
 
14.07.2016 - 07:21

Faroe Petroleum hevur funnið olju og gass í norska partinum av Norðsjónum. Felagið boðar frá, at olja og gass eru funnin í síðubrunni hjá Brassefundinum.

Faroe Petroelum er fyristøðufelag og eigur helvtina av loyvinum. Norska oljumálaráðið fegnast um fundin, tí hann er beint sunnan fyri Brageleiðina, har ein oljupallur er.

Útlit eru nú fyri, at hesin pallurin kann halda fram leingi afturat, nú olja er funnin so stutt frá honum. Faroe Petroleum eigur 14,3 prosent í loyvinum á Brageleiðini.

Fundurin hjá Faroe Petroleum er hin størsti higartil á norskum øki í ár. Hann er mettur at vera millum 43 og 80 milliónir tunnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109