Færri arbeiða í fiskivinnuni

Færri arbeiða í fiskivinnuni
Færri føroyingar arbeiða í fiski-, ali- og ráevnisvinnuni enn í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya
 
14.07.2016 - 10:10

Meðan aðrar vinnugreinar, so sum byggivinnan og almennir stovnar hava fleiri fólk á lønarlistanum í ár enn í fjør, arbeiða færri í fiskivinnuni, alivinnuni og aðrari ráevnisvinnu.

66 fólk færri arbeiddu í ráevnisvinnunum í apríl í ár, enn í sama mánað í fjør. 25.069 løntakarar vóru í Føroyum í apríl, 539 fleiri enn í apríl í fjør, upplýsir Hagstovan.

186 fleiri arbeiða hjá tí almenna, og í privatu tænastuvinnunum eru 220 fleiri enn í apríl í fjør. Løntakararnir gerast støðugt fleiri, men vøksturin er ikki so stórur sum hann var.

Metið er frá ársskiftinum 2007-2008, tá 26.000 fólk vóru á lønarlista í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109