Taka nú móti ull

Taka nú móti ull
Seinnapartin í dag byrjaði Búnaðarstovan í Kollafirði at taka móti ull. fyri bestu ullina fæst 15 krónur fyri hvørt kilo
 
13.07.2016 - 15:26

Tikið verður móti ull mikudagar til leygardagar millum 13:00 og 18:00 til 20. august, tó er ólavsøkuvikan undantikin. Ullin verður skild í tveir flokkar, og stórur munur er á prísunum.

Fyri ull í fyrsta flokki letur Búnaðarstovan 15 krónur fyri kilo, tá meirvirðisgjaldið er við. Fyri ull, sum fer í annan flokk, fáast bara tvær krónur fyri kilo.

Ullin verður góðskumett og avroknað á staðnum. Á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni, bst.fo, sæst, hvørjar treytir eru galdandi fyri ullarmóttøkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109