Miðalprísurin 2,98 á fyrstu søluni

Miðalprísurin 2,98 á fyrstu søluni
Besti prísurin á fyrstu uppboðssøluni hjá Fiskimálaráðnum í gjár var 5,60 krónur fyri kilo. Lægsti prísur var 1,50 krónur
 
12.07.2016 - 07:36

1,50 krónur var minstiprísurin, landsstýrismaðurin setti, áðrenn uppboðið byrjaði. Miðalprísurin var 2,98 krónur fyri kilo.

Seld vórðu 1050 tons av toski, 100 tons av hýsu og 50 tons av flatfiski í russiska partinum av Barentshavinum fyri tríggjar milliónir og slakar 580.000 krónur.

Fyrsta afturlatna sølan hósdagin

J.F.K. Trol keypti øll 1200 tonsini til trolaran Gadus. Tveir aðrir boðgevarar vóru. 24 linjur millum 25 og 100 tons vórðu seldar.

Í linjuni, sum fekk hægsta prísin, 5,50 krónur, vóru 60 tons. Næsta uppboðssølan verður hósdagin. Tá selur Fiskamarknaðurin 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av norðhavssild.

Afturlatna uppboðssølan, sum Vørn skipar fyri, byrjar hósdagin. Vørn selur 600 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum á middegi hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109