Halda lítið um søluna

Halda lítið um søluna
Stóru andstøðuflokkarnir halda lítið um fyrstu royndina hjá samgonguni at selja føroyskar kvotur á uppboðssølu
 
12.07.2016 - 07:38

Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skírir eftirmann sín í Fiskimálaráðnum at trilva í blindum í fiskivinnupolitikkinum.

- Landsstýrismaðurin hevur tikið frá trimum, sum hava havt kvotu í áratíggju, og umfordeilt tað til ein umvegis uppboðssøluna, sigur Jacob Vestergaard.

Í samrøðu við in.fo og Vágaportalin sigur hann seg kunna staðfesta, at landsstýrismaðurin einki boð hevur uppá, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini.

Greinin heldur fram niðanfyri

Jacob Vestergaard mælir reiðarum til at halda seg burtur frá uppboðssøluni og í staðin lata landsstýrismannin og samgonguna eiga hana.

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, skírir fyrstu royndina hjá samgonguni við uppboðssølu at vera eina vanlukku.

Heldur ikki Johan Dahl, sum var landsstýrismaður í fiskivinnumálum í 2011, tá táverandi samgonga seldi 20.000 tons av makreli á uppboðssølu, er serliga væl nøgdur.

Útlendingar eiga at sleppa upp í part

Í viðmerking til Norðlýsið skírir Johan Dahl uppboðssøluna í gjár at vera eina óbrúkiliga fiasko. Fyrrverandi landsstýrismaðurin eftirlýsir, at eisini útlendingar sleppa upp í part at bjóða.

- Hetta er ein sorgarleikur, tí tað hevði borið til at fingið útlendingar inn í samstarvi við føroyingar, fyri at fingið eina veruliga kapping um fiskatilfeingið.

Tað eru nakrir fáir føroyskir stórreiðarar, sum eiga í flest øllum skipum, og teir stýra fullkomiliga tí, sum gongur fyri seg í løtuni, sigur Johan Dahl við Norðlýsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109