Framherji gott ár

Framherji gott ár
Nógv var um at vera hjá smápartafelagnum Framherja í Fuglafirði í 2015. Felagið keypti trý skip, og lánini, felagið hevur, vórðu umløgd
 
12.07.2016 - 09:46

Harafturat hevði Framherji størri avlop enn í 2014. Felagið hevði 57 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í 2015. Í 2014 var úrslitið 32,4 milliónir.

Tey, sum eiga partabrøv í móðurfelagnum Framherja, fáa eftir úrslitið í 2015 góðar 11 milliónir krónur at býta í vinningsbýti. Samtakið seldi fyri slakar 360 milliónir krónur netto í 2015.

Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at lánini eru løgd um í 2015. Nú fíggja Realurin, BankNordik og íslendski Arion banki Framherja.

Landskassin 35 milliónir í partafelagsskatti

Sambært roknskapinum fyri 2015 rindaði Framherji landskassanum 35 milliónir krónur í partafelagsskatti, skatti, tilfeingisgjaldi og tilfeingisskatti í 2015.

Felagið keypti trý skip í 2015, Høgaberg, Sigmund og Mascot. Stóra íslendska fiskivinnusamtakið Samherji stovnaði saman við Anfinni Olsen Framherja í 1994.

Anfinn Olsen og smápartafelagið Framinvest eiga Framherja. Anfinn Olsen eigur 66,67 prosent í Framherja og 26,7 prosent í Framinvest, sum hann eigur saman við Samherja í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109