Avlopið hjá samtakinum vaks 26 milliónir

Avlopið hjá samtakinum vaks 26 milliónir
Reiðaríið, sum eigur og rekur uppsjóvarskipini Norðborg og Christian í Grótinum, hevði 66 milliónir krónur í yvirskoti í fjør
 
12.07.2016 - 11:12

Tað eru góðar 26 milliónir krónur meira enn árið fyri. Felagið "Palli hjá Mariannu", sum er móðurfelag í samtakinum við uppsjóvarskipunum, einum niðursjóvingarvirki í Týsklandi umframt øðrum virksemi, seldi fyri 538 milliónir krónur í fjør.

Tað eru heili 233 milliónir krónur meira enn árið fyri. Sambært roknskapinum fyri 2015 er høvuðsorsøkin til øktu søluna at finna í niðursjóvingarvirkinum í Týsklandi.

Eisini høvdu skipini tilsamans 12.000 tons meira at fiska í fjør, sammett við árið fyri. Eisini útreiðslurnar í samtakium "Palli hjá Mariannu" øktust nógv í fjør í mun til árið fyri.

Útreiðslurnar tvífaldaðar

Útreiðslurnar tvífaldaðust, úr góðum 148 milliónum upp í 300 milliónir krónur. Eisini her er høvuðsorsøkin, sambært roknskapinum, at finna í niðursjóvingarvirkinum í Týsklandi.

Feløgini í samtakinum Palli hjá Mariannu rindaðu í fjør 147 milliónir krónur í lønum og arbeiðsmarknaðargjøldum. Tað eru 40 milliónir meira enn árið fyri.

Starvsfólkatalið hjá felagnum fór úr 105 upp í 253 fólk. Eginpeningurin í partafelagnum Palli hjá Mariannu er nú 489 milliónir krónur. Samtakið er sera sterkt.

Tøki peningurin í felagnum er sambært nýggjasta roknskapinum góðar 121 milliónir krónur. Kristian Martin Rasmussen og synirnir Jón, Eyðun og Bogi Rasmussen eiga felagið Palli hjá Mariannu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109