- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mesta nebbasildin í nógv ár

Havstovan er nú liðug við sínar yngul- og ætikanningar í ár, og tað stendur væl til á flestu sløgunum. Meira er til av millum øðrum toska- og hýsuyngli enn tað hevur verið í fleiri ár og nøgdirnar vóru beint yvir miðal.
Hetta er annað árið á rað við nøktandi nøgdum av toska- og hýsuyngli á Føroyabanka, eftir eitt sera soltið tíðarskeið upp á 9-10 ár, skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Samanborið við í fjør var tó nakað minni av fiskayngli á Bankanum, og var hann yvirhøvur smáttfallandi. Á Føroyabanka var sjógvurin sum vanligt um eitt hitastig heitari enn á Landgrunninum.
Kanningarnar verða gjørdar regluliga
Væl var av plantuæti, meðan nøgdin av djóræti ikki var av tí mesta; sløgini av djóraætinum vóru góð føði hjá fiskayngli.
Yngul- og ætikanningar eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri. Tað er hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul.
Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli, stendur á heimasíðuni hjá Havstovuni.
