- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda seg til altjóða krøvini
Í teimum eru krøvini um dálkandi útlát ikki so hørð sum tey hava verið seinasta hálva annað árið í SECA økinum, sum umfatar Eystrasalt, Norðsjógvin og Norðuramerika.
Har hava skip í mesta lagi loyvi til at hava 0,1 prosent svávul í útlátinum. Sambært sáttmálunum, sum Føroyar hava skrivað undir, skal svávulútlátið vera minni enn 3,5 prosent hetta til 2020.
Dregur kanska út at lækka hámarkið
Í 2020 fer hámarkið niður í 0,5 prosent. Men okkurt bendir tó á, at hetta markið ikki kemur fyrr enn í 2025. Føroyar vera ikki leingi afturat fríøki hjá dálkandi skipum.
Ikki sambært svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, sum spurdi, nær Føroyar fara at seta skipum somu krøv sum grannalondini hava um at avmarka luftdálkingina.
Sirið Stenberg svarar, at hon hevur sett arbeiðið at smíða kunngerð um luftdálking frá skipum í gongd. Miðað verður eftir at hava eitt uppskot klárt í næstum.
SÍ EISINI Steingja fyri dálkandi skipum
Altjóða reglur um luftdálking frá skipum eru í einum sáttmála, sum Føroyar hava tikið undir við. Tí noyðast Føroyar at áseta reglur um luftdálking frá skipum samsvarandi altjóða krøvum.
Dømi eru um útlendsk skip, sum liggja millum oyggjarnar í Føroyum og bíða eftir farmi, tí her er loyvt at dálka meira enn aðrastaðni, har hesi skip plagdu at bíða eftir farmi.
Tað er løgið, sigur Kristianna Winther Poulsen, at Føroyar, sum marknaðarføra seg við heimsins reinasta sjógvi, ikki hava somu krøv um luftútlát frá skipum, sum til dømis øll londini í ES hava.