Handilsvinnan bjartskygd

Handilsvinnan bjartskygd
Tørvurin á arbeiðsmegi hjá handilsvinnuni í Føroyum fer næsta árið at vaksa, sambært nýggjastu konjunkturkanningini
Handilsvinnan fer næstu 12 mánaðirnar at hava brúk fyri meira arbeiðsmegi, sambært nýggjastu konjunkturkanningini
 
10.07.2016 - 10:51

Handilsvinnan í Føroyum fer næstu 12 mánaðirnar at hava brúk fyri meira arbeiðsmegi enn tey fólkini, vinnan longu hevur í arbeiði í dag.

Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjastu konjunkturkanningini, sum Hagstova Føroya kunngjørdi á heimasíðuni, hagstova.fo, í síðstu viku.

Bjartskygnið hjá handilsvinnuni í Føroyum er í løtuni so stórt, at vit skulu heilt aftur til 2006, tá vísitalið var størri enn tað er nú, vísir nýggjasta konjunkturkanningin.

Seinastu fimm konjunkturkanningarnar hava víst ein vaksandi trend hjá handilsvinnuni, men vísitalið hevur kortini ikki verið nærtil so stórt sum nú, vísir kanningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109