- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggingartakarar fáa rakstraravlopið

Í staðin fyri fer rakstraravlopið til teirra, sum hava tryggingar í Lív. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sum er størsta fakfelagið í P/f Fakfelag.
Súni Selfoss sigur, at fakfeløgini keypa Lív fyri at tryggja sær beinleiðis ávirkan á hvussu teir nógvu pengarnir, limirnir í feløgunum gjalda til í Lív, verða handfarnir.
SÍ EISINI Fakfeløgini sleppa nú at keypa Lív
Endamálið er ikki at reka forrætning, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Ætlanin er, at leiðslan og starvsfólkini hjá Lív halda fram eftir 1. september, tá eigaraskiftið verður.
Tryggingareftirlitið hevur góðkent, at P/f Fakfelag keypir helvtina av P/f Lív Holding. Hina helvitina fær Ognarfelagið Lív. Smápartafelagið Fakfelag varð stovnað í oktober 2012.
Tilboðið var 35 mió.
17 fakfeløg eru nú í felagnum. Men longu í mars 2012 fóru fakfeløgini undir at keypa helvtina av Lív. Fyrst í mai í 2012 góvu 23 fakfeløg landsstýrinum, sum eigur Lív, eitt tilboð. Tilboðið var 35 milliónir krónur.
14. desember í 2012 undirskrivaðu 18 fakfeløg, sum tá vóru í felagnum Fakfelag, sáttmála við Vinnumálaráðið um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur.
Men ikki fyrr enn í juni í ár góðkendu Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið keypið. Hóast verri enn so øll fakfeløgini eru í P/f Fakfelag, eru hini, sum hava sínar limir tryggjaðar í Lív, umboðað gjøgnum Ognarfelagið Lív.
