Arbeiðið kann nú byrja

Arbeiðið kann nú byrja
Vága Floghavn og J&K Petersen hava skrivað undir sáttmála um at útbyggja parkeringsøkið við flogvøllin
 
08.07.2016 - 07:36

Nú er klárt at byrja upp á arbeiðið at útbyggja parkeringsøkið við flogvøllin. Vága Floghavn og J&K Petersen hava skrivað undir sáttmála um útbýggingina.

Arbeiðið fer at kosta 40,2 milliónir krónur. Sáttmálaupphæddin fyri hesa arbeiðstøkuna er 40,2 milliónir krónur. Arbeiðsøkið fevnir um umleið 40.000 fermetrar.

Meginparturin av økinum undir taki

Arbeiðstøkan fevnir um jørðarbeiði við kantsteinum og asfaltering, el-arbeiði við gøtuljosum, talvum við meira.

Eisini skulu skýli byggjast soleiðis, at ferðafólk fáa høvi at ganga undir taki í stórum pørtum av parkeringsøkinum.

Arbeiðið, at útbyggja parkeringsøkið við flogvøllin, byrjar 1. september. Tað skal eftir ætlan verða liðugt um eitt ár, 1. september 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109