Støða ikki tikin til kæru enn

Støða ikki tikin til kæru enn
Kærunevndin hjá ALS vil hava fleiri upplýsingar, áðrenn støða kann takast til kæruna, um avgerðina at krevja 1,5 mió. kr. aftur frá Bakkafrosti
 
07.07.2016 - 12:40

Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini vil hava fleiri upplýsingar frá ALS og Bakkafrosti, áðrenn hon tekur støðu til kæruna hjá Bakkafrosti um avgerðina hjá ALS at krevja pengar aftur frá Bakkafrosti.

Arbeiðsloysistryggingin krevur slaka hálva aðru millión krónur aftur frá Bakkafrosti. ALS heldur uppá, at okkurt um 230 arbeiðsfólk í Bakkafrost samtakinum av órøttum fingu pengar úr Fiskavirkisskipanini.

Sambært ALS vórðu fólkini send í feriu í ein mánað, frá 19. desember í 2014 til 19. januar í 2015, tí laksaprísurin var lágur. Tí høvdu tey ikki rætt til pengar úr Fiskavirkisskipanini.

Halda niðurstøðan er skeiv

Bakkafrost heldur, at hendan niðurstøðan er skeiv. Fyritøkan sigur, at eingin laksur var at arbeiða hesar vikurnar. Arbeiðsloysisskipanin tvíheldur um, at Bakkafrost hevði laks at arbeiða í desember 2014.

Men virkið tók við vilja ikki laks eina tíð, tí laksaprísurin var so lágur, sigur ALS. Og ein slík støða gevur ikki rætt til pengar úr fiskavirkisskipanini, sigur ALS. Bakkafrost kærdi tíðliga í vár avgerðina hjá ALS.

Kærunevndin viðgjørdi kæruna mánadagin. Avgjørt varð at biðja Bakkafrost og ALS um fleiri upplýsingar. Kærunevndin hevur fund aftur hálvan august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109