Útfluttu fiskavørur fyri 42,6 milliardir

Útfluttu fiskavørur fyri 42,6 milliardir
Tað gongur framvegis væl í norsku ali- og fiskivinnuni. Vøksturin higartil í ár er ein fjórðing í mun til í fjør
 
05.07.2016 - 17:34

Noreg útflutti fiskavørur fyri 42,6 milliardir krónur fyrra hálvár. Laksur varð seldur fyri slakar 28 milliardir krónur, og vøksturin var næstan ein triðing í mun til í fjør.

Tað er serliga hækkandi prísir, sum er orsøk til stóru framgongdina, upplýsir norska sjómatráðið. Eftirspurningurin eftir fiski økist kring allan heimin.

Tá norska krónan samstundis er lækkað í virði, gongur væl at selja. Sølan til europeisku londini er tann sama sum í fjør, meðan útflutningurin til USA er vaksin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109