Kunnu gera viðmerkingar um keypið

Kunnu gera viðmerkingar um keypið
Feløg og einstaklingar kunnu nú koma við viðmerkingum um restina av partapeninginum í Faroe Farming, sum Bakkafrost keypti í síðstu viku
 
05.07.2016 - 09:24

Kappingareftirlitið vil í seinasta lagi fríggjadagin frætta frá teimum, sum hava viðmerkingar um, at Bakkafrost keypir 51 prosent av partapeninginum í P/f Faroe Farming í Vági frá smápartafelagnum Hjalli.

Frammanundan eigur Bakkafrost 49 prosent í Faroe Farming. Kappingareftirlitið skal sambært kappingarlógini góðkenna keypið og boðaði fríggjadagin frá, at tað hevur fingið fráboðan um keypið.

SÍ EISINI Stúra fyri arbeiðsplássum

Kappingareftirlitið heitir tí á feløg og einstaklingar um at koma við viðmerkingum um yvirtøkuna í seinasta lagi 8. juli. Bakkafrost keypir tey 51 prosentini frá Hjalli fyri 75 milliónir krónur.

Faroe Farming hevur trý aliloyvi í Suðuroynni. Men Bakkafrost letur tað eina, tað á Hovsfirði, innaftur, tí annars hevur Bakkafrost ov nógv aliloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109