Kanningarnar lidnar

Kanningarnar lidnar
Ákæruvaldið er liðugt at kanna veiðu, trol og reiðskap umborð á trolaranum Sjagakletti
 
05.07.2016 - 12:54

Tjaldrið tók trolarin gjáranáttina fyri at fiska á stongdari leið á Føroya Banka, sum er friðað partar av árinum, tað vil siga frá 1. mai til 1. september.

Skiparin varð skuldsettur fyri at hava fiskað á stongdu leiðini í tíðarskeiðnum 1. - 3. juli. Men skiparin noktar seg sekan í at hava fiskað innanfyri.

Sjagaklettur kom inn á Havnina gjáramorgunin, men fór avstaðaftur til fiskiskap mánakvøldið, eftir at ákæruvaldið hevði fingið trygd fyri veiðu, trol og reiðskap.

Enn er ikki greitt, nær málið kemur fyri í Føroya rætti, sigur Heri Andreassen, vaktleiðari á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109