Tvey føroysk skip við í kanningum

Tvey føroysk skip við í kanningum
Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði eru við í árligu makrelkanningini í landnyrðingspartinum av Atlantshavi
 
04.07.2016 - 08:27

Tvey føroysk nótaskip eru við í árligu makrelkanningini í landnyrðingspartinum av Atlantshavi. Havstovan hevur leigað Trónd í Gøtu, og Grønland hevur leigað Finn Fríða til kanningarnar

Harafturat eru eitt íslendskt skip og tvey norsk við í kanningunum. Endamálið við kannngini er at meta, hvussu stórur makrelstovnurin er. Tey fimm skipini fara víða um.

Kanningarøkið er tríggjar milliónir ferkilometrar. Hóast endamálið er at kanna makrel, verða onnur uppsjóvarfiskasløg eisini kannað, so sum svartkjaftur

Tað skrivar Fiskeribladet/Fiskaren. Harafturat verður kannað, hvussu hvalur ávirkar makrel, svartkjaft og norðhavssild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109