- Tíðindi, mentan og ítróttur
Økja norsku alivinnuna
Norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, hevur givið boð um at broyta nøgdina av laksi í aliringunum, fyri at norsku alibrúkini kunnu ala meir laks, so prísurin fer at lækka aftur.
Trupulleikar við laksalús í Noreg og sjúku í Chile hevur havt við sær, at sølan av aldum laksi er lækkað fimm prosent.
Nýggja skipanin hevur við sær, at meir fiskur kann ganga í alibrúkunum ta tíðina av árinum, tá laksurin veksur skjótast og umstøðurnar annars eru tær bestu.
Alivinnan fegnast
Alararnir gera sjálvir av um teir taka av tilboðnum. Tí er ikki greitt, hvussu nógv norska alivinnan fer at vaksa. Men útrokningar hava víst, at talan kann gerast um ein vøkstur uppá fimm prosent.
Norska alivinnan fegnast um avgerðina hjá ráðharranum, tí alararnir sjálvir hava mælt til eina slíka skipan. Tað tekur umleið hálvtannað ár at ala ein laks, og tí fer ein tíð at ganga, áðrenn broytingin sæst aftur í vinnuni.
Fyri tveimum árum síðani var eitt líknandi uppskot frammi. Men tá varð ávarað ímóti, at laksalúsin fór at økjast, um meir fiskur var í ringunum, og táverandi fiskimálaráðharrin, Eliasbeth Aspaker, vildi ikki seta skipanina í verk.
Kommunurnar fáa 80 prosent
Núverandi fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, sigur, at alivinnan hevur gjørt stór framstig í arbeiðinum at sleppa av við laksalúsina, og tí kann skipanin setast í verk.
Men verður laksalúsin ein stórur trupulleiki aftur, so verða tiltøkini herd aftur, sigur hann. Alifyritøkurnar, sum fara undir nýggju skipanina, skulu rinda 1,5 milliónir krónur
80 prosent av pengunum skulu til kommunurnar har alivinnan er og restin av pengunum fer í statskassan.