Makrelfiskiskapurin í Grønlandi byrjaður

Makrelfiskiskapurin í Grønlandi byrjaður
Eitt grønlendskt skip hevur síðstu dagarnar fiskað 146 tons av makreli í Eysturgrønlandi, nú fiskiskapurin er byrjaður
 
30.06.2016 - 09:28

Makrelfiskiskapurin hjá grønlendingum er byrjaður. Eitt skip hjá Arctic Prime Fisheries hevði í gjár fiskað hálvt annað hundrað tons av makreli við Eysturgrønland, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Kvotan er 85.000 tons í ár. Grønlendsk skip eiga 35.000 tons, útlendsk skip, sum grønlendsk feløg við egnum skipum leiga, eiga 20.000 tons, og feløg, sum ikki eiga skip, fáa 30.000 tons.

Higartil eru 13 makrelloyvi skrivað, sum 20 skip kunnu brúka í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109