- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost keypir Faroe Farming
Bakkafrost keypir 51 prosent av partabrøvunum frá smápartafelagnum Hjalli fyri 75 milliónir krónur. Bakkafrost átti frammanundan 49 prosent í Faroe Farming.
Samstundis letur Bakkafrost tvey aliloyvi innaftur. Tey loyvini eru við Svínáir og í Hovsfirði. Eftir hetta lýkur Bakkafrost framvegis ásetingarnar í alilóggávuni um ikki at eiga meiri enn 50 prosent av aliloyvunum í Føroyum, sigur Bakkafrost í fráboðan.
Trý aliloyvi í Suðuroynni latin innaftur
Faroe Farming hevur trý aliloyvi í Suðuroynni, men nú loyvið í Hovsfirði verður latið innaftur, eru tvey loyvi eftir. Nettosølan hjá Faroe Farming í 2015 var 154 milliónir krónur.
Vinningurin fyri skatt var 10 milliónir. Við árslok í fjør vóru ognirnar verdar 174 milliónir krónur, og eginognin var 80 milliónir krónur. Í fjør vóru 59 ársverk í Faroe Farming.
Í morgin verður Faroe Farming so dótturfelag hjá Bakkafrosti, og á nýggjárinum verða Faroe Farming og Bakkafrost Farming løgd saman. Handilin millum Bakkafrost og Faroe Farming krevur góðkenning frá avvarðandi myndugleikum.