Stovnurin næstan óbroyttur

Stovnurin næstan óbroyttur
Stovnurin av norðhavssild er á leið tann sami, sum hann var í 2015. Árligu kanningarnar hjá strandalondunum eru nú lidnar
 
29.06.2016 - 10:41

Skip úr Føroyum, Noregi, Íslandi og Danmark, sum var við fyri ES, hava kannað sildina í Norðurhavi. Kanningin er grundarlagið undir tilmælinum hjá fiskifrøðingum um heildarkvotuna næsta ár.

Tað tilmælið kemur í heyst. Stóri 2004 árgangurin er framvegis tann berandi í sildastovninum, vísir kanningin. Men 2013 var eisini eitt gott ár, tó ikki so gott sum 2004 og 2002.

Skipini kannaðu eisini svartkjaftin, og har legst væl aftur at stovninum. 2014 árgangurin er tann størsti í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109