Lýsa kappingarfortreytirnar hjá bóndunum

Lýsa kappingarfortreytirnar hjá bóndunum
Nú er komin á borðið ein ítøkilig meting um kappingina, sum føroyski landbúnaðurin fær frá innfluttum vørum
 
28.06.2016 - 08:41

Mads Randbøll Wolff á Bornholm hevur gjørt eina greining fyri Búnaðarstovuna. Hann vísir eisini á gongdar leiðir til at menna føroyska landbúnaðin í kappingini við tann útlendska.

Mánadagin í næstu viku fer Búnaðarstovan at royna at lýsa kappingarfortreytirnar og umrøða ymsar vakstrarmøguleikar í føroyska landbúnaðinum.

Mads Randbøll Wolff leggur fram frágreiðing sína mánadagin, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, fer at greiða frá, hvat landsstýrið ætlar við landbúnaðinum.

Í samgonguskjalinum stendur, at greið mál skulu setast fyri landbúnaðin, sum skal framleiða meira. Búnaðarstovan fekk pengar í fíggjarlógini 2016 til at greina málini í landsstýrisins landbúnaðarpolitikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109