Einki sakarmál um Anitu

Einki sakarmál um Anitu
Føroya rættur hevur víst sakarmálinum um garnaskipið Anitu frá sær. Einki umboð fyri reiðaríið møtti á fyrireikandi rættarfundinum hósdagin
 
27.06.2016 - 12:49

Føroya rættur hevur víst sakarmálinum um garnaskipið Anitu frá sær, tí einki umboð fyri reiðaríið møtti á fyrireikandi rættarfundinum, sum var hósdagin.

Nú er næstan eitt ár síðani, rætturin bað felagið koma við einum fyribils endurgjaldskravi, men einki krav er komið. Og advokaturin hjá partafelagnum, Seta, gav skarvin yvir í mai.

Tá einki umboð møtti á rættarfundinum hósdagin, gjørdi rætturin av at vísa málinum frá sær. Tað var Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður, sum tók øll fiskirættindi frá skipinum til 31. august í ár.

Tá boðaði reiðaríið frá endurgjaldskravi, men tað verður nú av ongum. Málið um Anitu verður umrøtt í landsstýrisumsitingini, men hvat úrslitið av tí verður, er ikki greitt enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109