Dregur út at fáa sáttmálan góðkendan

Dregur út at fáa sáttmálan góðkendan
Fríhandilssáttmálin við Turkaland, sum Løgtingið samtykti at góðkenna í vár, er ikki góðkendur í turkiska tjóðartinginum enn
 
27.06.2016 - 18:16

Hóast Løgtingið tann 12. apríl samtykti at góðkenna fríhandilssáttmálan við Turkaland, hevur turkiska tjóðartingið ikki góðkent sáttmálan enn, so hann er ikki komin í gildi.

Turkaland og Føroyar skrivaðu undir fríhandilssáttmála fyri jól í 2014. Men hann fer ikki at virka, fyrr enn bæði tjóðartingini hava góðkent hann.

Tað kemur illa við hjá teimum, sum selja fisk úr Føroyum, at tollur og aðrar forðingar framvegis eru í Turkalandi.

Vinnuhúsið spurdi 16 fiskaútflytarar, hvar teir helst vilja sleppa framat við sínum vørum. Turkaland er ovast í listanum, síðani koma Brasil, Suðurkorea og Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109