Døpur útlit í Finnlandi

Døpur útlit í Finnlandi
Búskaparligu útlitini hjá Finnlandi eru so vánalig, at landið kann gerast eftirbátur, tá talan er um ES í síni heild.
 
25.06.2016 - 10:55

Gongdin í Finnlandi hevur verið vánalig seinastu árini. Vøksturin hevur verið lítil, og arbeiðsloysið er vaksið munandi.

Í trimum av seinastu fýra árunum er bruttotjóðarúrtøkan hjá Finnlandi fallin, og stovnurin BMI.research, sigur seg rokna við, at búskaparvøksturin bert verður 0,9 prosentstig tey næstu tíggju árini.

Tað er munandi lægri enn fyri fíggjarkreppuna, tá vøksturin var umleið fýra prosentstig um árið frá 1997 til 2007.

Orsøkin til vánaligu gongdina í Finnlandi er at finna í gongdini hjá pappírsídnaðinum, kreppuni hjá fyritøkuni Nokia og fíggjarligu trupulleikarnir í Russlandi.

Um Finnland ikki var við í samstarvinum um evruna, men framvegis hevði markin sum gjaldoyra, so hevði hann verið fallin nógv í virði.

Kortini rokna serfrøðingar ikki við, at støðan í Finnlandi gerst so vánalig sum í Grikkalandi.

Grikkaland livdi yvir evni undan fíggjarkreppuni í 2008 við stórum lønarhækkingum og lántøku. Tá kreppan rakti, flýddu íleggjararnir. Og tað gjørdi, at Grikkaland ikki megnaði at fíggja stóra almenna hallið.

Finnland er hótt, men finnar hava longu tikið týðandi stig fyri at minka um hallið, og tí kemur Finland neyvan í somu støðu sum Grikkaland, hóast landið verður millum tey við vánaligastu búskapargongdini í ES, siga serfrøðingarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109