- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki óhugsandi at nýggj fólkaatkvøða verður
Næstan 150.000 fólk hava skrivað undir eina áheitan á tjóðartingið, um at umrøða fólkaatkvøðuna av nýggjum. Tey eru ikki nøgd við úrslitið.
Ein regla sigur, at fólk kunnu biðja um eina nýggja fólkaatkvøðu, um ikki minst 60 prosent av veljarunum atkvøða fyri ella ímóti á eini fólkaatkvøðu, og valluttøkan er minni enn 75 prosent.
Á fólkaatkvøðuni hósdagin vóru 51,9 prosent fyri, at Bretland skal úr ES, meðan 48,1 prosent atkvøddu fyri limaskapi í Evropasamveldinum.
Tjóðartingið má umrøða málið
Valluttøkan var 72 prosent. Reglan er eisini, at um 100.000 fólk biðja um nýggja fólkaatkvøðu, so má tjóðartingið umrøða áheitanina.
Higartil hava yvir 144.000 fólk skriva undir áheitanina um nýggja fólkaatkvøðu, og alla tíðina leggjast fleiri aftrat. Tí má tjóðartingið umrøða málið.
Blaðið The Independent skrivar kortini, at tað er lítið sannlíkt, at tjóðartingið fer at samtykkja at nýggj fólkaatkvøða skal vera um bretska limaskapin í ES.