- Tíðindi, mentan og ítróttur
brEXIT: Farvæl, ES
Leiðarin í valnevndini kunngjørdi úrslitið beint fyri klokkan hálvgum átta í morgun. 17.410.742 fólk atkvøddu fyri at fara úr ES.
16.141.241 atkvøddu fyri at verða verðandi. Tað svarar til, at 51.9 prosent hava atkvøtt fyri at fara úr ES, 48,1 prosent hava atkvøtt fyri at verða verðandi.
SÍ EISINI Økonomar: Niðurtúrurin kann byrja í morgin
Í London, Skotlandi og Norðurírlandi er meiriluti fyri at verða verandi í ES, men í Wales og ensku sýslunum hava tey atkvøtt fyri at fara úr ES.
Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, skuldi upprunaliga koma við einari útsøgn nú klokkan 8, men tað er útsett til klokkan 8:15.
Bretland hevur verið limur í ES síðan 1973, tá Bretland, Danmark og Írland gjørdust limir.