- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metnógvir bretar valrætt á ES-fólkaatkvøðu
Metnógvir bretar hava valrætt á fólkaatkvøðuni í morgin um, hvørt Bretland skal fara úr ES ella ikki.
- Fyribils talið av veljarum í Stórabretlandi og Gibraltar bendir á eitt met, sum er 46.499.537 veljarar, skriva valevni á heimasíðu sínari, sambært DR.
SÍ EISINI Aye - No: Stórur spenningur undan fólkaatkvøðuni
Metið frammaundan var á tjóðartingsvalinum í fjør, tá 46.354.197 bretar skrásettu seg sum veljarar. Freistin at skráseta seg var 7. juni, men tekniskir trupulleikar gjørdu, at freistin bleiv longd tveir dagar.
39 milliónir veljarar eru skrásettir í Onglandi, umleið fýra milliónir í Skotlandi, umleið 2,3 millónir í Wales og 1,26 milliónir veljarar í Norðurírlandi.
Á Gibraltar, sum liggur á við sponsku strondina, men sum hoyrir til Stóra Bretland, hava 24.117 fólk skrásett seg sum veljarar. Til samans eru 41.000 valstøð.