Fronsku trolararnir farnir aftur

Fronsku trolararnir farnir aftur
Beint eftir midnátt fóru fronsku trolararnir, sum Tjaldrið tók sunnudagin fyri at fiska á stongdari leið, av Kollafirði
 
22.06.2016 - 08:05

Beint eftir midnátt fóru teir fýra fronsku trolararnir, sum Tjaldrið tók sunnudagin, av Kollafirði. Sambært Marine Traffic er Bressay Bank á veg til Hanstholm.

Haltenbank II er á veg til Peterhead, André Leduz er á veg í Norðsjógvin, og Cap Saint Georges er eisini á veg á fiskileið.

Veiðan og reiðskapurin drigin inn

Trolararnir vórðu tiknir á einari stongdari leið eystan fyri Fugloynna. Skipararnir halda uppá, at teir vistu ikki, at leiðin var stongd.

Teir høvdu ikki fingið boð um tað frá fronsku myndugleikunum. Skipararnir fingu sektaruppskot, og fútin avgjørdi eisini at draga inn veiðu og reiðskap.

Reiðaríið hevur sett trygd fyri pengunum, 1,3 milliónum krónum, so trolararnir kundu sleppa útaftur. Sum skilst ætla reiðarí og skiparar at royna málið í Føroya rætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109