- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aye - No: Stórur spenningur undan fólkaatkvøðuni
Vanliga savnast onglendingar á Wembley uttanfyri bretska høvuðsstaðin at standa saman, men so var ikki á Wembley týskvøldið.
Tá brustu tey, sum eru fyri og ímóti bretskum ES-limaskapi, saman á einum víðfevndum sjónvarpanum veljarafundi, sum Wembley var karmur um.
Talan var um ein lívligan samanbrest. Í dag eru eygleiðarar á einum máli um, at báðir partar stóðu seg eins væl. Veljarakanningar í morgun vísa, at tað stendur á jøvnum enn.
SÍ EISINI Orðaskiftið um ES-limaskap harðnar
44 prosent av bretum eru fyri ES-limaskapi og 44 prosent eru ímóti, meðan góð 10 prosent av bretum framvegis ikki hava tikið støðu.
Fyri at sannføra bretsku tjóðina, um ikki at fara úr ES-samveldinum, legði ja-síðan dent á búskaparligu fyrimunirnar við ES-limaskapi.
At ES er ein tryggur og ríkur marknaður til bretskan útflutning, at ES hevur verið við til at menna Bretland til ta framkomna stórveldið, tað er í dag. Lygn, sigur nei-síðan.
SÍ EISINI Umráðandi við handilsavtalu við Bretland
ES undirmetir Bretland. Í øldir hava bretar gingið á odda við nýhugsan og íverksetan, men tað virkisfýsni køvir ES-lógir og reglur. Heimurin er størri enn Evropa, og eldri enn ES - tí má Bretland loysast úr ES-bondum.
Ja-síðan svaraði aftur við at vísa á ta óvissu, sum Bretland er á veg inn í, fer landið úr ES. Tí eingin á nei-síðuni hevur eitt greitt boð um, hvussu Bretland skal fóta sær í heiminum um bretar atkvøða nei hósdagin.
Spurningurin um tilflytarar fylti eisini nógv. Sum er sleppur eitt óavmarkað tal av fólki úr ES-limalondunum til Bretlands at arbeiða.
SÍ EISINI Brexit fær búskaparligar avleiðingar
Nei-síðan heldur, at talið av tilflytarum má avmarkast, tí bretar missa størv og - siga tey ytst á høgraveinginum - verða fremmandgjørdir í egnum landi.
Ja-síðan legði eirindaleyst nei-síðuna undir at spjaða hatur og ótta. Bretland hevur altið verið eitt fjølbroytt samfelag, sum hevur loyvt øðrum at seta búgv við teirra treyt at tey geva nakað aftur og taka lut í samfelagnum.
Búskapurin er tengdur at útlendskari arbeiðsorku og samleikin hjá bretum er fleirmentaður. Tað margháttliga við ES-valstríðnum í Bretlandi er, at meginparturin av politikarum og serfrøðingum eru samdir um, at ES limaskapur gagnar Bretlandi.
SÍ EISINI Brexit: Bæði fyrimunir og vansar
Fleiri enn 1000 vinnulívstjórar heittu í morgun á bretar um at atkvøða fyri ES-limaskapi hósdagin. Tað sama gera bæði bretski tjóðbankin og bretska fíggjarmálaráðið eisini.
Men ávaringarnar tykjast ikki rína við hjá vanligum fólki. Hetta er ein grundleggjandi spurningur um frælsi, fólkaræði og sjálvræði, siga tey sum eru ímóti.
Bretar skulu taka avgerðirnar í Bretlandi - tað skulu týskarar, fraklendignar og póllendingar í Bretlandi ikki gera. Í eini inniligari áheitan bað Ruth Davidson úr konservativa flokkinum bretar hugsa seg væl um áðrenn teir velja hósdagin.
SÍ EISINI DV kjak: Skal Bretland verða í ES ella fara?
Tí tað kann fáa svárar avleiðingar um Bretland fer úr ES. Bæði fyri hvønn einstakan breta og alt Evropa. Tað er eingin vegur aftur og framtíðin verður óviss, segði hon.
Nei, svaraði Boris Johnson aftur. Hósdagurin 23. juni 2016 kann gerast frælsisdagur hjá bretsku tjóðini um vit velja okkum sjálvi fram um ES í morgin.
Nú eru 18 tímar til valhølini lata upp í Bretlandi, og alt er opið. Stríðið um ES hevur sett kílar í bretska samfelagið og skelkað grundarlagið undir euro-samveldinum. Hvussu tað spælir av kann bara tíðin vísa.